Nýggjastu tíðindi

19/02/2021

Leiðari til Vatndeildina hjá Klaksvíkar kommunu


Klaksvíkar kommuna er í stórari menning, og sæst hetta aftur innan fleiri av teknisku útbyggingunum seinnu árni. Vatndeildin er ein týðandi liður í undirstøðukervinum í kommununi, har kommunan eitt nú hevur gjørt íløgur í nýmótans pumpuskipanir og umhvørvisvinarliga sjóhitaskipan.

Tann, ið settur verður, hevur ábyrgd av viðlíkahaldinum og dagføringum av skipanum, sum hoyra undir Vatndeildina, m.a. vatnveiting, pumpuskipanir, sjóhitaskipan og gøtuljós. Leiðarin á Vatndeildini hevur tilvísing til tekniska stjóran og arbeiðsstaði er á vatndeildini.

Arbeiðsuppgávur er millum annað

  • at stýra verkætlanum, samskipa, fyrireika og leiða arbeiðið á Vatndeildini
  • taka lut í dagliga arbeiðinum sum Vatndeildin fremur/hevur ábyrgd av
  • hava ábyrgd av at fáa vatnverk kommununnar løggildað
  • hava ábyrgd av sjóhitaskipanini
  • hava ábyrgd av gøtuljósum
  • fíggjarliga- og starvsfólka ábyrgd av omanfyri nevndu økjum.

Vit sóknast eftir einum leiðara, ið:

  • hevur maskinmeistaraútbúgving
  • hevur góð leiðslu- og samstarvsevnir og mennandi leiðslustíl
  • dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga
  • dugir og torir at taka avgerðir
  • hevur gott yvirlit
  • kann arbeiða sjálvstøðugt
  • er samstarvssinnaður og trívist í toymisarbeiði
  • hevur fakligar arbeiðsroyndir bæði innan el og maskin

 
Setanarviðurskifti:
Talan er um fulltíðar starv og verður sett skjótast tilber. Lønin er sambært sáttmála millum fíggjarmálaráðið og maskinmeistarafelagið, í lønarflokki maskinmeistarar á landi, flokkur 15.  Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Óla Jákup Bech, tekniskan stjóra, tlf. 41 00 34 / 22 87 88.

Umsóknir, saman við prógvi, møguligum viðmælum v.m., skulu sendast til: starv@klaksvik.fo ella sum bræv til Klaksvíkar kommuna, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 Klaksvík. Mrk. umsóknina ‘Leiðari til Vatndeildina’. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. mars kl. 12:00.

Nýtt í kommununi

Stórar bilhúshurðar til sølu
26/02/2021

Um hóskandi boð fæst, verða hesar el-riknu Hørmann-hurðar seldar. Les meira »

Broyting í innsavningini
25/02/2021

IRF boðar frá, at rusk, sum ikki er heintað í dag, ístaðin verður heintað í morgin. Les meira »

Stórur áhugi at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan
24/02/2021

Í dag vóru umboð fyri Húsarhaldsskúlan, Klaksvíkar kommunu og Bústaðir saman við arbeiðstakarum, sum hava bjóðað uppá uppgávuna, m… Les meira »

Vís fleiri