Tíðindi

06.05.2021
Amerikanska sendistovan hitti vinnufyritøkur í Klaksvík

Í farnu viku var Karl Johansen, borgarstjóri, vertur fyri einum vinnulívsfundi, sum varð hildin í Nólsoyar Páls húsinum. Við á fundinum vóru umboð fyri amerikonsku sendistovuna í Keypmannahavn og umboð fyri vinnufyritøkur í Klaksvík.

Fundurin var ein uppfylgjandi fundur eftir at amerikanska sendikvinnan, Carla Sands, var og vitjaði í Klaksvík í fjør. Evnið á fundinum var serliga, hvussu vit kunnu styrkja sambandið tvørtur um Atlantshavið, við tí endamálið, at fáa ein øktan samhandil millum USA og Føroyar. Serliga snúðið prátið seg um, hvørjar avbjóðingar føroyskar fyritøkur hava, tá tær annað hvørt skulu útflyta ella innflyta vørur úr USA.

Amerikonsku umboðini vóru sera fegin um fundin, og lovaðu, at arbeiða víðari við teimum evnum, sum komu fram á fundinum.

Onnur tíðindi
09.09.2026

Bárður á Lakjuni vitjaði Klaksvíkar Kommunu

07.09.2026

Námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til Dr. Margrethu Barnagarð

04.09.2026

Vitjan úr Sisimiut í Grønlandi

04.09.2026

Endur­nýtslan er stongd