Tíðindi

21.05.2021
Fullsett til væleydnaðan fund um ADHD

Umleið 300 fólk vóru møtt til kunningarfundin í gjár, sum ADHD-felagið skipaði fyri á Skúlatrøð í samstarvi við Klaksvíkar kommunu.

Góðu umstøðurnar á Skúlatrøð gjørdu, at øll, sum vóru møtt, fingu eina góða uppliving. Fyrilesturin var sera væl fyriskipaður við bæði persónligum frásagnum, smáum filmsbrotum og fakligum framløgum.

Borgarstjórin, Karl Johansen, bjóðaði vælkomin, og takkaði m.a. Bjørg Dam og Livari Nysted fyri, at tey so djørv vóru komin at greiða frá síni lívssøgu.

Bjørg Dam, sum er forkvinna í ADHD-felagnum, er eisini mamma at drongi við ADHD. Hon greiddi frá teirra lívssøgu, og greiddi m.a. frá týdninginum, at vera væl kunnaður um ADHD, soleiðis at ein kann gerast ein stuðlandi avvarðandi og somuleiðis vera betri ílatin til at greiða teimum frá, sum varða av barninum uttanfyri heimið, hvussu barnið best verður stuðlað.

Eisini Livar Nysted greiddi hugtakandi frá, at hann fyri hálvum ári síðan fekk staðfest ADHD. Hóast hann var ógvuliga skeptiskur, og ikki hevði hug at lata seg útgreina fyri ADHD, so staðfesti hann, at hann nú hevði fingið eitt øðrvísi lív við “nýggjum brillum” – og er bara blivin meira kreativur og fær meira á skaftið.

Umframt frásagnirnar og smáu filmsbrotini, so vóru eisini sera áhugaverdar framløgur frá Tórfríð Danielsen, sálarfrøðingi á Sernámi og Tórmóði Stórá, psykiatara á LS.

Kunningarfundurin varð stroymdur, og til ber at síggja stroymingina her:ADHD-kunningarfundur

Onnur tíðindi
16.05.2024

Endur­nýtslan tekur fyribils ikki ímóti lutum til Dugna

15.05.2024

Broyting í ferðaætlan­ini hjá leið 2

15.05.2024

Soleiðis rakar verkfallið

15.05.2024

Eyka býráðsfundur 16. mai 2024