Tíðindi

11.06.2021
Børnini vóru við tá barnagarðurin varð reistur

Seinnapartin í dag bleiv nýggi barnagarðurin á Norðoyri reistur. Spakin varð settur í 26. Mars, og nú, góðar tveir mánaðir eftir, veittraði Merkið yvir nýggja stovninum, sum eftir ætlan skal standa liðugur longu í august.

Fitt av fólki var komið saman til reisigildið á Norðoyri. Sum nakað serligt vóru børnini, ið hava fingið pláss á nýggja stovninum eftir summarfrítíðina, eisini boðin við til hátíðarhaldið.

Eyðstein Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung, segði nøkur orð, og Rakul Ró sang tveir sangir, umframt at børnini fingu eitt træ frá býargartnaranum, sum tey høvdu sett sítt navn á.

Umstøður vóru ikki til at seta trøini niður í dag, men seinni í summar fara børnini at gróðurseta, hvør sítt egna træ við júst teirra navni á, kring nýggja dagstovnin á Norðoyri.

Bygningurin, sum nú er reistur, líkist sera nógv nýggjasta partinum av Fjallafípuni, sum Norðhús somuleiðis var við at byggja. Tann byggingin tók einans sjey mánaðir, frá at spakin varð settur í, og til at børn og starvsfólk kundu taka stovurnar í nýtslu. Tí hevur kommunan góðar vónir til, at eisini hesin bygningurin kann takast í brúk innan stutta tíð.

Onnur tíðindi
17.09.2025

Rudda Føroyar leygar­dagin

16.09.2025

Send okkum gjarna tíni hugskot!

16.09.2025

Dagføring: Mold- og eyrgoymslan fyribils flutt

09.09.2025

Boða frá vespubýli