Nýggjastu tíðindi

13/07/2021

Nýggjur faldari til tilflytarar


Fyrr í dag var integrasjónspresturin í Føroyum, Marjun Lómaklett, á gátt og hitti Karl Johansen, borgarstjóra. Við sær hevði hon nýggja faldaran hjá Fólkakirkjuni. Faldarin vendir sær til tilflytarar, sum eru búsettir í Føroyum.

Nýggi faldarin svarar spurningum, sum tilflytarar kunnu hava, tá ið flutt verður til eitt nýtt land. Faldarin vísir eisini, hvat tilflytarar kunnu brúka prestin til. Eitt nú eru tilflytarir vælkominir at seta seg í samband við prest og fáa ráð og vegleiðing til eitthvørt.

-          Eitt nú leggi eg dent á at bjóða samrøður um t.d. einsemi, sjúku, ótta, trúgv ella prát um broytingar og avbjóðingar í tilveruni, sigur Marjun Lómaklett.

Marjun Lómaklett er prestur fyri allar Føroyar, men ein dag um vikuna er hon at hitta á Hoydalsvegi 1. Har er skrivstovan er opin hósdagar frá klokkan 14-16. Marjun er eisini at hitta á ml@kirkjan.fo ella á tel. 45 50 20 / 23 73 45.

Karl Johansen takkaði fyri faldaran, sum borgarar kunnu fáa eitt eintak av í Miðlan.

Nýtt í kommununi

Býráðsfundur 28. oktober
27/10/2021

Skráin fyri býráðsfundin, sum er hósdagin 28. oktober kl. 17.30, er nú tøk. Les meira »

Serlig atlit tikin til búfólk og starvsfólk komandi vikuna
25/10/2021

Leiðslan í Norðoya Bú- og Heimatænastu hevur samskift við heilsufakliga myndugleikan um átøk í NBH fyri at halda øktu smittuna bur… Les meira »

Asfaltsarbeiðið á Klaksvíksvegnum
25/10/2021

Í samband við at asfalterað verður á Klaksvíksvegnum, verður ferðslan tarnað frá rundkoyringini og til Føroya Bjór. Arbeiðið verðu… Les meira »

Vís fleiri