Nýggjastu tíðindi

21/07/2021

Nýggja ljósskipanin tænir ikki borgarunum


Lurtar nakar eftir tí, sum brúkararnir av tunlunum og avvarðandi kommunur hava at siga? Hetta er ein sera viðkomandi spurningur, tí hóast nógv orka er løgd í at greiða frá teimum avbjóðingunum, sum borgarar í økinum norðanfyri hava, so kenna vit okkum als ikki hoyrd.

Hósdagin 15. juli varð ein ljósskipan sett upp við Tunlarnar norður um fjall. Mong undraðust, tí at eingin kunning var send okkum um hetta. Fríggjadagin 16. juli kom ein stutt kunning á heimasíðuna hjá Landsverki.

Nú kundi ein fingið tað fatan, at hetta er skipanin, sum kommunurnar hava biðið um. Soleiðis er ikki. Hendan ljósskipan er als ikki í samsvari við tað, sum vit hava tosað um, og sum vit á greiddi Landsverki frá á fundi fyrr í ár.

Núverandi skipan, har ein ljósregulering, sum vísir reytt í 14 min. og grønt í 2 min., ger, at bilar samlast í rúgvuvís uttan fyri tunnilin. Hetta førir við sær, at teir ikki klára at koma inn í tunnilin, áđrenn skipanin aftur skiftir til reytt ljós og bíðast má tí í 14 min afturat. Hetta elvir sjálvsagt til øsing hjá øllum bilførarum og borgarum norðafyri, serliga hjá teimum, sum nýta tunlarnar fleiri ferðir um dagin.

Fyri okkum at síggja eru einastu atlitini, sum skipanin tekur hædd fyri, at lastbilar og stór akfør skulu sleppa at koyra uttan at halda av. Eingi atlit eru tikin til borgararnar, sum búgva í Árnafirði, í Hvannasunds og Viðareiðis kommunum.

Ein annar viðkomandi spurnigur er somuleiðis, um Landsverk hevur kunnað tilbúgvingina um nýggju skipanina, áðrenn hon bleiv sett í verk? Er trygdin gjøgnumhugsað við hesari broyting?

Nú er Landsverk farið í summarfrí – tað gevur okkum ta hugsan, at hesin arbeiðsháttur er valdur við beráddum huga. Vit krevja av Landsverki, at teir loysa trupulleikan her og nú ella sløkkja skipaninna, til ein nøktandi loysn er funnin.

---

Vegna

Hvannasunds kommuna             Viðareiðis kommuna                           Klaksvíkar kommuna

Katrin Næs                           Marita Sumberg                             Atli S. Justinussen

borgarstjóri                               borgarstjóri                                      virkandi borgarstjóri

Nýtt í kommununi

Endurnýtslan stongd á ólavsøku
27/07/2021

28. og 29. juli 2021 er endurnýtslan hjá Klaksvíkar kommunu stongd. Opið er aftur sum vanligt fríggjadagin 30. juli. Les meira »

Býarbussurin um ólavsøkuna
27/07/2021

28. juli koyrir býarbussurin til kl. 12.00. 29. juli koyrir býarbussurin ikki. Vanliga koyriætlanin er aftur galdandi fríggjada… Les meira »

Deildarleiðari til Sambýlið í Bøgøtu - farloyvisstarv
27/07/2021

Norðoya Bú- og Heimatænasta sóknast eftir dugnaligum deildarleiðara at byrja 1. oktober 2021 til og við 30. september 2022. Starvi… Les meira »

Vís fleiri