Tíðindi

04.10.2021
Snjallabjalla 10 ár

19. september vóru 10 ár síðani, at frítíðarskúlin lat dyrnar upp. Hetta bleiv hátíðarhildið við ymiskum ítrivi til børnini og foreldrini vórðu boðin til kaffi og køkur.

Frítíðarskúlin í Klaksvík sá dagsins ljós í 1999. Í byrjanini var stovnurin skipaður sum partur av Mylnuhúsinum, tá vóru heilt fá børn, men síðani er tørvurin øktur. Virksemið bleiv flutt upp á loftið í KÍ-høllini og seinni oman í hølini hjá Norðoya Kvinnufelag á Bøgøtu.

Í 2011 bleiv frítíðarskúlin kommunalur og opnaði í nýggjum hølum á Skúlavegi. Tað var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, táverandi forkvinna á trivnaðarøkinum, ið errin kundi siga, at nú var pláss fyri 80 børnum og navnið á frítíðarskúlanum broyttis frá Sornhúsið til Snjallabjalla.

Seinastu 10 árini er tørvurin aftur øktur enn meira og hølini á Skúlavegi fyltust skjótt. Tørvur var á fleiri fermetrum og hevur frítíðarskúlin síðani húsast aðrastaðni; í Skótahúsinum hjá Skótalið Nólsoyar Pálls, í Batmintonhøllini og aftur í kjallaranum hjá Norðoya Kvinnufelag.

Í 2016 øktist virksemið við einari serdeild, sum heldur til í Skákinum, sum eru hølini hjá Klaksvíkar Talvfelag. Eftir at nýggi skúlin varð tikin í nýrslu í 2019, slapp frítíðarskúlin inn í innasta partinum av skúlabygninginum hjá Gregoriusen og hevur tann deildin fingið navnið Garðalisa. 

Í dag húsast 140 børn í hesum trimum bygningum. Umstøðurnar eru sum heild sera góðar, serliga tá hugsað verður um, at virksemið liggur so væl fyri mitt í býnum og so tætt við alt frítíðarvirksemi.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy