Tíðindi

25.11.2021
Kunngerð: Broytingar í byggisamtyktini fyri Trøllanes

Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 23. september 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu.

Máls.nr. 21/01715: Byggisamtyktarbroyting – Økispartur A28, Trøllanes

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta økismarkið fyri A28 (blandað íbúðar- og vinnuendamál). Broytingin umfatar hesar nevndu matr.: 11a, 11b, 14, 24, 25, 26 og ‘’a’’ á Trøllanes.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 25.11.2021 – 16.12.2021 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo.   

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 06.01.2022. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, viðmerkið máls.nr. 21/01715.

Les meira um málið her: Byggisamtyktarbroyting fyri Trøllanes 

Onnur tíðindi
23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy

23.04.2024

Okkara framtíðar Klaksvík

23.04.2024

Býráðsfundur mikudagin 24. apríl