Tíðindi

17.12.2021
Námsfrøðingur til Dr. Margrethu Barnagarð

Søkt verður eftir námsfrøðingi at byrja 3. januar 2022 ella eftir nærri avtalu. Tímatalið er 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er millum kl. 07.30 og 17.00. Starvið verður at arbeiða við børnum í aldrinum í 0 til 3 ár. Talan er um eitt spennandi starv við góðum starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.

Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fært møguleikan at geva teimum ein innihaldsríkan og góðan dag.

Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, fimleikahallirnar, svimjihøllina, bókasavn og ikki so langt frá fjøru og haga. Hetta eru møguleikar, sum vit brúka nógv.

Lønar- og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og er lønarsatsurin 11 / 22.

Umsókn við prógvi, arbeiðsroyndum og møguligum viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi  tann 29. desember 2021 kl. 12.00. Send umsóknina til margretha@margretha.fo

Um námsfrøðingar ikki søkja starvið, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Meira fæst at vita um størvini, við at ringja til Marjuna Lassen, leiðara, á tel. 212557 ella varaleiðaran Vivian B. Samson á tlf. 225719.

DR. Margerthu Barnagarður
Gerðagøta  FO-700
Tel. 455557
Teldupost: margretha@margretha.fo 

Onnur tíðindi
27.06.2025

Nýggja gólvið í KÍ høllini tekur skap

26.06.2025

Ferðin úr Klaksvík til París er byrjað

25.06.2025

Býráðsskráin 26. juni 2025

24.06.2025

Ferðin hjá Team Rynkeby byrjar hósdagin