Tíðindi

14.01.2022
Kunngerð: Byggisamtyktarbroyting á Fossum

Í samband við at broytingar eru gjørdar fyri bústaðaverkætlanina á Fossum (máls.nr. 21/01268.), er neyðugt við broyting av almennu byggisamtyktini fyri økið á Fossum. Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 18. nov. 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu A2, A4, B27, C19 og D39.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at:

  • Økismørkini fyri A2, A4 og D39 verða broytt.
  • Tveir nýggir økispartar verða settir á stovn:
    • C19 til almenn endamál, stovn, barnaansing o.líkn.
    • B27 til ídnaðarøki ætlað til vatnbrunnarnar og kommunala akting
  • A2:
    • Grundøkjavídd fyri samanbygd sethús lækkað úr 200 m2 til 150 m2
    • Lagt verður aftrat orðingini fyri mest loyvdu ábygging fyri samanbygd hús:
      • 50% fyri samanbygd hús (Avmarkaða økið tætt skraverað við svørtum á kortinum)
    • Orðingin fyri mest loyvdu bygningshædd verður broytt frá at taka støði í miðaljørðildi til at
      taka støði í grovplanering. Fyri at fylgja hesum er mest loyvda hædd somuleiðis blivin
      dagførd:
      • Frá grovplanering 9 m til mønu og 6,5 m til yvirgrind. Hús við einsíðugum takhalli
        tó í mesta lagi 8 m upp til hægsta punkt.
    • Ísb. við felags fríøkir verður víst til ætla økir í útstykkingarætlanini á Fossum.
    • Áður lýst krøv til parkering verða strikað, og í staðin verður víst til bygningskunngerðina, ið
      vísir til eitt breitt úrval av loysnum. 

Broytingin umfatar hesar økispartar: Á Fossum, Niðan Horn, Uppsalar og fram við Vágsá.

Tilfar, sum lýsir uppskoti um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 14.01.2022 – 04.02.2022 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo/broytingar-i-byggisamtykt.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 25.02.2022. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin viðmerkið mál nr. 21/01268.

Klaksvíkar Býráð 14.01.22

Onnur tíðindi
23.05.2022

Námsfrøð­ingar til Dr. Margrethu Barnagarð

22.05.2022

Íslendsk sendifólkatoymi á vitjan í Klaksvík

20.05.2022

Avtala undirskrivað fyri 2024

19.05.2022

Umvæla Íverksetara­húsið