Tíðindi

18.01.2022
Uppskot til byggisamtyktarbroyting fyri A18, C12, B9 og B5

Klaksvíkar býráð samtykti uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu. Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta C12 til A18 (blandað íbúðar- og vinnuendamál),  partur av økisparti B9 (vinnuøki) verður broyttur til A18 (Blandað íbúðar- og vinnuendamál) og broyting av hæddarásetingum fyri B5.

Tilfar, sum lýsir uppskotini um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 17.01.2022 – 07.02.2022. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 28.02.2022. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin viðmerkið mál nr.

A18 verður broytt til C12: matr. nr.973,
Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta C12 (almennir bygningar v.m) til A18 (blandað íbúðar- og vinnuendamál). Broytingin umfatar matr. nr.973, Klaksvík

B9 - A18: Máls.nr. 21/00770:
Uppskotið til broytingina snýr seg um, at partur av økisparti B9 (vinnuøki) verður broyttur til A18 (Blandað íbúðar- og vinnuendamál). Broytingin umfatar matr.nr. 986a Klaksvík. 

Máls.nr. 21/01953: Broyting av hæddarásetingum fyri B5
Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 23. September 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu. Uppskotið til broytingina snýr seg um at økja um mest loyvdu bygningshædd, við at fara úr 8,5 m til 13 m. Broytingin umfatar matr.nr.163a, 163p og útfylta havnaøkið.

Sí kort og les meira um uppskotini her: Uppskot til broytingar í byggisamtyktini 

Onnur tíðindi
16.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Conference Leauge dyst hjá KÍ

15.07.2025

Fleiri íbúðir ávegis í Klaksvík

10.07.2025

Rottangatøming í Svínoy

09.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Conference Leauge dyst hjá NSÍ