Tíðindi

07.02.2022
KT-leiðari til Klaksvíkar kommunu

Talan er um eitt nýtt og spennandi starv. KT-økið er í støðugari menning, og fær nýggi leiðarin, saman við dugnaligum starvsfólkum, møguleika at mynda framtíðarmenningina á KT-økinum hjá kommununi.

Høvuðsuppgávan hjá KT-leiðaranum verður at viðlíkahalda og menna verandi skipanir, soleiðis, at tær áhaldandi skapa meirvirði fyri bæði starvsfólk og borgarar.

KT-økið er fjøltáttað og spennandi, og verður uppgávan hjá KT-leiðaranum eisini at meta um góðar og skynsamar KT-loysnir, sum frameftir menna og stuðla undir góðar arbeiðsgongdir og harvið geva eina góða tænastu til borgaran. Sum KT-leiðari skipar tú KT-økið og tryggjar, at vit sum kommuna handfara okkara dátur á tryggan og skynsaman hátt, og at okkara skipanir lúka krøvini sambært dátuverndarlógini.


KT-leiðarin samstarvar tætt við starvsfólk í fyrisitingini, stovnsleiðarar og veitarar. Tað er tí ein fyritreyt, at umsøkjarin hevur góðar samskiftisførleikar. KT-leiðarin skal somuleiðis tryggja, at talgildar tænastur, sum Klaksvíkar kommuna og Norðoya Bú- og Heimatænasta eru partar av, verða gagnnýttar og skapa virði fyri borgarar, fyritøkur og onnur í kommununi.  

Arbeiðsstaðurin verður í kommunalu fyrisitingini. Eftir tørvi verður eisini komið runt á stovnum hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu. 

Høvuðsuppgávur eru millum annað, at:

  • Leiða og samskipa KT-økið í kommununi
  • Ráðgeva leiðsluni í KT-málum
  • Umsita og viðlíkahalda skipanirnar
  • Skipa og fremja viðlíkahalds- og innanhýsis supportuppgávur
  • Handfara dátur á tryggan og skynsaman hátt
  • Standa á odda fyri KT-trygd og at menna ein KT-trygdarpolitikk 

Umráðandi er, at tú: 

  • Dugir at leiða langskygt og strategiskt
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Megnar at veita brúkarahjálp í gerandisdegnum
  • Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • Ert skipað/ur og megnar at raðfesta
  • Hevur fokus á loysnir og megnar at taka avgerðir
  • Hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga
  • Dugir at læra frá tær

Vit bjóða: 

  • Fakliga menning
  • Møguleika at mynda og menna KT-økið hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu  

Førleikakrøv:

  • Viðkomandi útbúgving og starvsroyndir á KT-økinum
  • Viðkomandi royndir


Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv, ið verður sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag. 
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Rúna Rasmussen, kommunustjóra, telefon 224021, teldupostur runir@klaksvik.fo
Starvið verður sett 1. apríl 2022 ella eftir avtalu. 


Umsókn:
Umsókn við prógvi, lívrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. februar. Setanarsamrøður verða eftir ætlan í viku 8.  

Tú søkir starvið umvegis leinkjuna her: KT leiðari til Klaksvíkar kommunu.


Um Klaksvíkar kommunu
Klaksvíkar kommuna er næst størsta kommuna í landinum. Tað starvast á leið 350 fólk í kommununi. Umsitingin í Klaksvíkar kommunu er skipað í eitt trivnaðarøki, vinnu- og mentanarøki og eitt tekniskt øki. Harumframt fevnir umsitingin um eina stjórnarskrivstovu, sum er mannað við ymiskum fakbólkum á fjølbroyttum fakøkjum.  

Hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu starvast á leið 200 starvsfólk á teimum 11 eindunum hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH).


Til ber at lesa meira um kommununa á klaksvik.fo og um NBH á nbh.fo.

Onnur tíðindi
28.11.2022

Jólatræið tendrað í Vágstúni

25.11.2022

Jólatræið verður tendrað kl. 19.30

25.11.2022

Fíggjarætlanin samtykt – íløgur fyri 51,7 mió.

24.11.2022

Døgg hevur teknað jóla­kortið