Tíðindi

25.03.2022
Kunngerð: Uppskot til almenna byggisamtykt fyri Svínoy

Almenn byggisamtykt fyri Svínoy: Málsnr. 21/01716. Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 23.09.2021 uppskot um almenna byggisamtyktina fyri Svínoy. Eingin byggisamtykt er frammanundan í Svínoy og umfatar alla Svínoyar bygd.

Uppskotið til almenna byggisamtykt fyri Svínoy er deilt í hesar økispartar:
- A, Blandað íbúðar- og vinnuendamál
- B, Vinnuøki
- C, Almenn endamál
- D, Grønt øki
- F, Frítíðaøki

Tilfar, sum lýsir uppskotið um almenna byggisamtykt fyri Svínoy, liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan, Nólsoyar Pálsgøta 32, Klaksvík frá 25.03.2022 – 15.04.2022 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar klaksvik.fo/broytingar-i-byggisamtykt


Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu vera Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi
06.05.2022. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin viðmerkið mál nr. 21/01716.
Klaksvíkar Býráð 25.03.22

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars