Tíðindi

05.05.2022
Ruddingarvika 2022

Nú stundar til ta árligu ruddingarvikuna, sum í ár verður 2. – 7. mai. Ruddingarvikan endar leygardagin 7. mai við einum serligum býardegi, har ymisk fólkslig, grøn og rørslufremjandi átøk verða í býnum. Ruddingarvikan er liður í átakinum Virkið Vár, sum hevur til endamál at eggja og seta í verk tiltøk til frama fyri betur heilsu- og umhvørvisviðurskiftum.

Sum partur av ruddingarvikuni fara skúlar, dagstovnar, býráðslimir, starvsfólk o.o. at rudda ymisk øki í kommununi.

Eisini verður heitt á familjur og einstaklingar um at rudda kring síni egnu hús og í egnum nærumhvørvi, soleiðis at okkara felags umhvørvi verður enn ruddiligari og harvið vakrari og betri at liva, virka og trívast í.

Borgarar kunnu heinta rusksekkir í Miðlan allar yrkadagar í tíðarskeiðinum 29. apríl til 6. mai. frá kl. 10:00 til 16:00 (fríggjadagin 6. mai hevur miðlan opið til kl. 15.00) Heitt verður á fyritøkur og borgarar, um sjálvi at burturbeina ruskið í Endurnýtsluni hjá kommununi, sum er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 16:00 til 19:00 og leygardag frá kl. 13:00 til 19:00.


Kapping: #RuddaKlaksvík

Í ár hava øll tey, sum luttaka við at rudda í kommununi, møguleika at vinna eitt gávukort á 1.000 kr. Klaksvíkar kommuna fer at kasta lut um tvey gávukort á 1.000 kr. Øll tey, sum leggja eina mynd á Instagram ella Facebook við frámerkinum #RuddaKlaksvík, eru við í kappingini.

Ein annað átak, sum eisini verður eggjað borgarum at luttaka í, er ein kapping um vakrasta urtagarð, har vinningurin er 10.000 kr. Henda kappingin verður í august, og tí er neyðugt longu nú, at fara undir fyrireikandi arbeiðið, soleiðis at urtagarðurin stendur í besta blóma, tá avgerðin fellur seinni í summar. Nærri kunning um hetta seinni.

 

Virkið Vár - leygardagin 7. mai

Í fjør var nýggja átakið “Virkið Vár” fyri fyrstu ferð á skrá. Í ár hevur kommunan valt at samanseta fleiri av hesum tiltøkunum til ein spennandi og rúgvismiklan dag við fleiri møguleikum at vera virkin, vera saman og at hugsavna seg um ymiskt spennandi tiltøk.

Treysti skipar fyri NS hálvmaraton millum kl. 12.00 og 17.00. Í hesum sambandi hevur kommunan valt at skipa ymisk spennandi tiltøk, sum hendan dagin eggjar øllum at vera virkin, saman og hugbundin. Talan verður um ein bilfrían dag í miðbýarøkinum, har býarrúmið vónandi verður myndað av rennandi, gangandi, rullandi og súkklandi fólki.

Úr skránni kann nevnast NS hálvmaraton, ein rullandi skrúðgonga frá Heiminum við Vágna til Bókasavnið, fleiri stovnar hava ‘opið hús’, siglitúrar við Draganum, framløgur um verkætlanir í miðbýnum, skattaveiða fyri børn og ein rúgva av tónleiki og undirhaldi til bæði børn og vaksin. Eisini verður ein forvitnislig býarrunda, sum verður skipað við frásagnum. Byrjað verður norðuri á Varpinum (við býráðshúsið), haðani gingið verður heimeftir og endað verður í nýggja mentanarhúsinum, Varpið.

Les skránna her: Virkið Vár leygardagin 7. mai (pdf). Virkið Vár (jpeg)

Onnur tíðindi
23.05.2022

Norð­oyastevnuskráin 2022

23.05.2022

Broytingar í innsavning­ini hesa vikuna

23.05.2022

Námsfrøð­ingar til Dr. Margrethu Barnagarð

22.05.2022

Íslendsk sendifólkatoymi á vitjan í Klaksvík