Tíðindi

03.05.2022
Bilfríur miðbýur og opið hús

Ein yvirskrift úr skránni fyri Virkið Vár, leygardagin 7. mai, er opið hús. Millum kl. 14.00 og 17.00 verður m.a. skipað fyri siglitúri við Draganum, rundferð í Christianskirkjuni og kór framførslu í Betesda. Harumframt verður møguligt at sleppa inn á politistøðina, ella inn í brummuna, um ein er djarvur nokk.

Stóra talvborðið í Vágstúni er opið og somuleiðis er Skúlatrøð, Brandstøðin og Klaksvíkar bókasavn. Inni í býráðshúsinum verður eisini skipað fyri rundferð, har møguleiki m.a. verður at síggja flottu listaverkini eftir Fridu Zachariassen.

Les samlaðu skránna her: Virkið Vár leygardagin 7. mai 2022

 

Siglitúrar við Draganum

Dragin fer at gera smáar túrar á Vágni. Pláss er fyri 30 fólkum hvønn túr, og siglt verður fimm smáar túrar.

Hetta átakið er liður í Virkið Vár, sum hevur til endamál at eggja borgarum at vera virkin, vera saman og at hugsavna seg.

Eisini er endamálið at stuðla undir renningina hjá Treysti. Miðbýurin er bilfríur, og ístaðin fyri at setast aftur av tí orsøk, so verður lagt upp til, at fólk koma oman í býin. Til ber at ganga og súkkla millum ymisku tiltøkini og á tann hátt stuðla teimum, sum hava tilmeldað seg renningina.

Til ber at lesa meir um renningina á treysti.fo  

Onnur tíðindi
24.06.2022

Fyrireika nú heilsufótbólt 60+

24.06.2022

Søkt verður eftir Námsfrøðingi/­hjálpar­fólki til Snjallubjallu

23.06.2022

Grótbrotið selur nú 20 kg sekkir

20.06.2022

Melda til heilsufótbólt