Tíðindi

04.05.2022
Dánjal&Búi og kaffi og súkklur og plantur og renning og listaveiða og...

Komandi leygardag vera høvuðsvegirnir í miðbýnum stongdir í samband við FM í hálvmaraton. Vegirnir vera sostatt bilfríir, og tað hevur kommunan valt at fáa okkurt gott og hugnaligt burturúr.

Ein skrúðgonga, við súkklufelagnum Norðstrok á odda, leiðir skrúðgonguna frá Bumshamri til Klaksvíkar bókasavn. Norðstrok er nýggja súkklu og triathlonfelagið í Norðoyggjum, sum gleðir seg at hitta fólk á súkklu, rulluskoytum ella á rennifjøl. Fólk til gongu eru sjálvandi eisini vælkomin og kunnu koma við í gonguna frá byrjan ella á leiðini. Mint verður á hjálm í samband við súkklingina.

 

Tónleikur, undirhald og renning

Skrúðgongan væntast við bókasavnið kl. 12.20. Har taka Steintór og Rakul Ró ímóti og fara at syngja nakrar av sínum kendu sangum, áðrenn Búi og Dánjal koma á pallin. Vit kenna best Búa og Dánjal frá Ævintýrferðini og nýggju barnasendingunum seks spurningar um at vera menniskja. Teir fara at syngja og undirhalda líka til barnarenningin hjá Treysti byrjar kl. 13.30. Barnarenning kann meldast til í Norðoya Sparikassa í seinasta lagi kl. 13.00 á rennidegnum.

Aftaná barnarenningina fara Danny Baldursson, Steintór og fleiri at spæla nøkur løg og sostatt seta ein serligan dám við økið, har runnið og gingið verður framvið.  

 

Plantur og kaffi

Býargartnarin letur trø til borgarar, sum ynskja at planta eitt træ. Træið kann heintast við Norðoya kunningarstovu, har tað eisini verður møguligt at fáa ein heitan kaffimunn og sunkist.

 

Royn eina súkklubreyt og far á listaveiðu

Ein spennandi súkklubreyt verður sett upp millum kappróðrarneystið og Heimavirkið. Súkklubreytin er serliga ætlað børnum í aldrinum 3-9 ár.

Inni í bókasavninum kunnu børn heinta eitt spurnarblað, sum skal loysast í býarrúminum. Tey, sum loysa uppgávurnar, skulu lata spurnarblaðið inn í bókasavninum í seinasta lagi mánadagin 9. mai kl. 17.00. Endamálið við listaveiðuni er at koma runt til ymisku standmyndirnar og onnur øki í býnum.

 

 

 

Onnur tíðindi
23.05.2022

Norð­oyastevnuskráin 2022

23.05.2022

Broytingar í innsavning­ini hesa vikuna

23.05.2022

Námsfrøð­ingar til Dr. Margrethu Barnagarð

22.05.2022

Íslendsk sendifólkatoymi á vitjan í Klaksvík