Tíðindi

05.05.2022
Skilja tit? Vit skilja

Í gjár handaði fyrrverandi húsavørðurin í Klaksvíkar kommunu, Andras Joensen, Fjallafípuni og Barnahúsinum Margit tvey hús, sum tey kunnu brúka í arbeiðinum, tá ið tey greiða børnunum frá, hvussu burturkast eigur at verða skilt. Árliga ruddingarvikan er væl í gongd, og endamálið við húsunum er tí eisini at gera børnini tilvitað um burturkast, sum teirra hugflog kann menna til aðrar spennandi lutir.

Andras er fittur í hondum, og var beinavegin fúsur at hjálpa, tá uppgávan skuldi loysast. Eisini børnini vóru spent at taka ímóti húsinum, tá ið hann handaði teimum tey. Beinanvegin byrjaðu børn og starvsfólk at ímynda sær, hvat húsið kundi brúkast til, og hvussu tað skuldi síggja út. Spennandi verður at fylgja gongdini.

 

Umhvørvi og politikkur

Gunvá við Keldu, forkvinna í umhvørvis- og býarskipanarnevndini, sigur, at endurnýtsla, hugburðsbroyting, tálmað nýtsla av plasti og øðrum, sum er skaðiligt fyri eina burðardygga framtíð, er javnan uppi at venda í samfelagnum í dag, sum nú er aktuel í samband við árligu ruddingarvikuna hjá kommununi.

- Tá ið tað kemur til hesi viðurskifti, so hava vit øll eina felags ábyrgd. Vit vita, at uppgávan er stór og ofta møtimikil, men vit vita eisini, at tað er alneyðugt, um vit skulu tryggja burðardygga menning og trivnað inn í framtíðina.

- Gjøgnum árini hevur kommunan havt ymisk átøk, ið stuðla undir hugburðin til eina burðardygga framtíð. Nevnast kunnu átøkini “Slóða fyri”, “ABC fyri sálarliga heilsu” og “Keyp føroyskt”, men neyðugt er, at vit sum býráð eisini eftirmeta umhvørvis- og orkupolitikkin, sum varð samtyktur í 2017.

- Endamálið við eftirmetingini er serliga at styrkja eina orðaða ætlan, sum ger tað ítøkiligt, hvat tað er, vit ætla okkum, og hvussu vit koma hagar.

- Vit skulu minnast til, at tá ið við koyra VEKK, so er tað onki sum blívur vekk, alt endar onkustaðni. Aðalmálið má vera, at vit ikki skulu verja umhvørvið, men liva soleiðis at umhvørvinum ikki nýtist verju, sigur Gunvá við Keldu.

 

Onnur tíðindi
17.04.2024

Varpið avhendað

17.04.2024

Summar­ansing 2024

16.04.2024

Leiðari til námsfrøðiligu ráðgeving­ina hjá Klaksvíkar kommunu

12.04.2024

Teknmál veitir lívsgóðsku