Tíðindi

19.05.2022
Umvæla Íverksetarahúsið

Íverksetarahúsið, sum síðan stovnsetan í 2007, hevur hildið til á gomlu skrivstovuni hjá J.F. Kjølbro, verður í hesum døgum dagført. Arbeiðið fevnir um, at húsið verður bjálvað og síðan verður puss, sum er eitt lag av kálki, lagt uttaná. Eisini verður nýggj rýmingarleið og inngongd gjørd, partur av el-arbeiðinum verður gjørt av nýggjum, umframt ábøtur á rør og kloakk viðurskifti í søguliga bygninginum.

Ábøtur á bygningin eru seinnu árini framdar líðandi, bæði innan og uttan. Dentur hevur allatíðina verið lagdur á, at tryggja søguliga bygningin hjá Klaksvíkar kommunu soleiðis, at allar umvælingar verða framdar í tráð við upprunaliga bygningin og søguna á staðnum.

Av umvælingum og dagføringum seinastu árini kann nevnast m.a. snotiligu fundarhølini og kvistur á loftinum, nýggjar skrivstovur í miðhæddini og nýggjur køkur, sum bleiv settur upp í fjør.

Arbeiðið, sum nú verður framt, kostar áleið 2 mió. krónur. Arbeiðstakarar eru: Olivar Olsen, timburmeistari, Norðhús, Fremja Spf. Løggildir EL-Innleggjari, Anskar Hansen, málarameistari og sp/f Ingolf Hansen, múrari.

Onnur tíðindi
24.06.2022

Fyrireika nú heilsufótbólt 60+

24.06.2022

Søkt verður eftir Námsfrøðingi/­hjálpar­fólki til Snjallubjallu

23.06.2022

Grótbrotið selur nú 20 kg sekkir

20.06.2022

Melda til heilsufótbólt