Tíðindi

22.05.2022
Íslendsk sendifólkatoymi á vitjan í Klaksvík

Øll tey norðulendsku sendifólkini í Íslandi – frá Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Grønlandi og eisini frá Polen, Onglandi, Týsklandi og Japan hava verið á Føroyavitjan, síðani fríggjadagin.

Tey hava verið á ymsum stovnsvitjanum í Vágunum og Tórshavn - í Tinganes, í Tinginum, Tjóðsavninum, Hiddenfjord og aðrar staðir við. Eisini fingu tey á fundi kunning frá Visit Faroe Islands og Tunnilsfelagnum.

Í dag lá leiðin norðureftir, og fóru tey í morgun í Kalsoynna, har tey saman við Eyðun Eliasen m.a. steðgaðu á við Kópakonuna, sóu bygdina og koyrdu eisini norður á Nes – Trøllanes, har Eyðun greiddi frá tí nógva vakra, har er at síggja – og nógv søguligt er at siga frá eisini.

Borgarstjórin, Karl H. Johansen var vertur við eitt ábit í gamla Seglhúsinum seinnapartin. Hann helt røðu fyri gestunum og greidd frá um Klaksvík, eins og hann ynskti gestunum vælkomnum til fiskivinnuhøvuðsstað Føroya.

Símun Gullaksen greiddi frá matinum, bóndalívi í Fugloy og søguni hjá hesum serstaka húsi, sum hevði sín stóra leiklut í handils- og útgerðarvinnuni í síni tíð.

Síðani varð farið niðan í Christianskirkjuna, har Marjun Lómaklett, integratiónsprestur greiddi hugtakandi frá altartalvuni, doypufuntinum, bátinum og serstaku træskurðunum hjá Edward Fuglø í kirkjukjallaranum.

Eftir tað varð farið oman í Varpið, har Dávur Winther greiddir frá byggingini av einum nýggjum og spennandi mentanarhúsi í Klaksvík, ið er ætlað at kunna so nógv – og sum vónandi stendur liðugt um ikki so nógvar mánaðir.

Sendifólkini vóru ógvuliga áhugaði og høvdu nógv at spyrja, eins og tey fegnaðust um henda spennandi og litríka bý, sum hevði so nógv at bjóða.

Tað er sendikvinna Føroya í Reykjavik, Halla Nolsøe Poulsen, sum saman við og Elsba Dánjalsdóttir, ritara, hava lagt Føroyaferðina til rættis.

Í morgin fer ferðaliðið aftur til Íslands, eftir – hvat tey siga – eina frálíka ferð í Føroyum.

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars