Tíðindi

12.06.2022
Námsfrøðing og hjálparfólk til Baldursbrá

Baldursbrá er nýggi barnagarðurin úti í Norðoyri. Stovnurin hevur frálíka staðseting tætt við fjøru og haga. Náttúran myndar tískil ein týðandi part av námsfrøðiliga arbeiðnum á stovninum.

Baldursbrá er ætlað børnum í aldrinum 3-6 ár. Á stovninum eru tríggjar stovur: Dreymsólja, Gullsólja og Snjósólja, við 15 børnum í hvørjari. Søkt verður eftir einum námsfrøðingi á 33 tímar at byrja 15. august 2022.
Eisini søkja vit eftir tveimum hjálparfólkum, ein á 30 og ein á 20 tímar. Størvini eru tíðaravmarkaði, frá 15. august 2022 til 15. juli 2023. 

Vit vænta, at tú:

  • hevur ein savnandi hugburð
  • ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
  • leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
  • sær møguleikar í øllum børnum
  • vilt vera við til at mynda stovnin sum ein nátturubarnagarð.
  • hevur hug at arbeiða við náttúrunámsfrøði.
  • ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
  • sær stórt virði í viðurkenning og inklusjón
  • ert týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv

Setanarviðurskifti:
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag.
Hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv, um so er, at námsfrøðingar ikki søkja starvið.
Vilt tú vita meir um størvini, kanst tú venda tær til Vivian B. Samson, leiðara, á telefon 225719.

Umsókn saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. juni 2022.


Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Baldursbrá

Onnur tíðindi
24.06.2022

Fyrireika nú heilsufótbólt 60+

24.06.2022

Søkt verður eftir Námsfrøðingi/­hjálpar­fólki til Snjallubjallu

23.06.2022

Grótbrotið selur nú 20 kg sekkir

20.06.2022

Melda til heilsufótbólt