Tíðindi

15.06.2022
Námsfrøðingur til Barnahúsið Margit

Hevur tú hug at royna okkurt nýtt? Barnahúsið Margit søkir eftir einum námsfrøðingi, sum brennir fyri at arbeiða í vøggustovu. Talan er um eitt starv á 30 tímar um vikuna, at byrja 8. august ella eftir nærri avtalu.

Barnahúsið Margit er ein kommunalur dagstovnur. Vit hava tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og eina serstovu. Barnahúsið Margit er normerað til 66 børn. Vit hava eina menningarætlan, sum er grundarlagið undir okkara námsfrøðiliga arbeiði;  harumframt síggja vit stórt virði í viðurkenning og inklusión í okkara arbeiði.
Tú hevur møguleika at lesa meira um okkara menningarætlan her: https://www.klaksvik.fo/dagstovnar


Vit leita eftir einum námsfrøðingi, sum:

  • hevur ein savnandi hugburð
  • er opin, erlig/ur og fyrikomandi
  • hevur lætt og jaligt lyndi
  • dugir at seta í gongd
  • leggur seg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
  • sær møguleikar í øllum børnum
  • vil vera við til at mynda stovnin námsfrøðiliga
  • er tilvitað/ur um menning fyri tað einstaka barnið
  • er týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv


Lønar- og setanarviðurskifti:
Talan er um eitt starv sum námsfrøðingur á 30 tímar. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ann Mari E. Kjølbro, leiðara, á telefon 284530 ella við telduposti: margit@klaksvik.fo

Umsóknir:
Umsókn saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 19. juni 2022.


Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Barnahúsið Margit

Onnur tíðindi
24.06.2022

Fyrireika nú heilsufótbólt 60+

24.06.2022

Søkt verður eftir Námsfrøðingi/­hjálpar­fólki til Snjallubjallu

23.06.2022

Grótbrotið selur nú 20 kg sekkir

20.06.2022

Melda til heilsufótbólt