Tíðindi

07.06.2022
Sálarfrøðingur til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum

Søkt verður eftir sálarfrøðingi til Barnaverndartænastuna til setan ½ august 2022 ella skjótast gjørligt eftir tað. Talan er um fulltíðarstarv.

Arbeiðsøki
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum er eitt samstarv millum Fugloyar, Kunoyar, Hvannasunds, Viðareiðis og Klaksvíkar kommunu. Samstarvið fevnir um á leið 6.000 fólk.
Sum sálarfrøðingur á Barnaverndartænastuni kemur tú í tøttum samstarvi at arbeiða saman við fýra sosialráðgevum, einum skrivstovufólki umframt leiðara. 

Arbeiðsuppgávur 

  • Samrøður við børn, ung og foreldur
  • Viðgerð av børnum, ungum og familjum
  • Kanningar av børnum og ungum
  • Supervisión og fakliga sparring

Vit ynskja okkum starvsfólk sum

  • Hava góð samskiftis- og samstarvsevni
  • Eru álítandi og arbeiðssom
  • Tola at arbeiða undir trýsti
  • Kunnu arbeiða sjálvstøðugt


Førleikakrøv
Útbúgvin sálarfrøðingur við løggilding. Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur, men ongin treyt.

Vit bjóða 
Eitt spennandi og fjølbroytt starv har tú eisini verður partur av einum fakligum samstarvi við sálarfrøðingar á barnaverndartænastunum kring landið og Barnaverndarstovu Føroya. Eisini er møguleiki fyri supervisión og førleikamenning eftir umstøðum og tørvi.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fast fulltíðarstarv, lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Akademikarafelagið. Lønartalvan sæst á www.fmr.fo


Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan og reina revsiváttan til vegar, áðrenn setanin verður framd.  

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast mikudagin 22. juni 2022 
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Sálarfrøðingur til Barnaverndartænastuna

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Tonju Sonhardsdóttir, leiðara fyri Barnaverndartænastuna 287621.

Onnur tíðindi
10.10.2025

Útbyggja Baldursbrá

08.10.2025

Ferðslu­kunning í samband við U21 landsdyst á Djúpumýru

07.10.2025

Klaksvíkar kommuna harmast handfaring­ina av málinum um fráfaringaraldur

07.10.2025

Myndaframsýning í Svínoy