Tíðindi

13.08.2026
Málsviðgeri innan umhvørvi - endurlýsing

Tekniskadeild hjá Klaksvíkar kommunu søkir eftir dugnaligum málsviðgera til eitt spennandi og avbjóðandi starv á umhvørvisøkinum.

Hevur tú hug at arbeiða á umhvørvisøkinum, og gera tína ávirkan galdandi saman við dugnaligum starvsfólkum í umsitingini, so er hetta møguliga rætta starvið til tín, har nógvar spennandi og avbjóðandi uppgávur liggja fyri framman.

Tekniska deild hevur ábyrgd av byggi- og býarskipan og byggimálsviðgerð, har umhvørvi og tilbúgving eisini eru ein natúrligur partur av arbeiðsøkinum. Harumframt hevur tekniska deild til uppgávu at umsita vegir, fríðkan, vatn, ljós, kloakkir og matrikulering við atliti at jørð, útstykkingum og grundstykkjum.

Klaksvíkar kommuna arbeiðir fram ímóti eini grønari framtíð, har býarmenning og umhvørvis atlit ganga hond í hond. Til hetta hava vit brúk fyri einum dugnaligum starvsfólki sum brennur fyri økinum. Tú verður fakligur ábyrgdari av umhvørvismálum og kemur at umsita og arbeiða við lógarbundnum uppgávum og arbeiða miðvíst og strategiskt við umhvørvismenning í kommununi.

Vit ímynda okkum, at tú hevur góðar málførleikar í skrift og talu, at tú dugur at arbeiða skipað, sjálvstøðugt og saman við øðrum, og so er týdningarmikið at tú ert opin og fyrikomandi í tíni atferð, og hevur góð samstarvsevni. Tað kann vera ein fyrimunur um tú hevur viðkomandi náttúruvísindaliga útbúgving, t.d innan lív-, evnafrøði ella umhvørvisvísindi.

Krøv og væntanir til umhvørvisøkið eru vaksandi, og arbeiðið fevnir millum annað um:

  • mynduleikauppgávur og eftirlit
  • handfaring av dálking
  • loyvisviðgerð
  • djórahald
  • fyribyrging og niðurberjing av skaðadjórum
  • hegnskylda
  • viðgerð av kærum og fyrispurningum innan umhvørvið
  • fremja og varðveita náttúru og grøn øki í kommununi
     

Arbeiðið er tvørfakligt, og tú kemur at arbeiða tætt saman við umsitingini. Tú kemur eisini at umsita og menna umhvørvisverkætlanir, skipa fyri og umsita umhvørvistiltøk og veita vegleiðing og kunning til bæði vinnulív, borgarar og almennar myndugleikar.

Lønar- og setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja 1. oktobur 2026 ella eftir nærri avtalu, møguleiki er eisini at arbeiða niðursetta tíð um ynski er um tað. Starvið hevur tilvísing til tekniska stjóran.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum fíggjarmálaráðið/KAF og avvarandi fakfelag. Ynskir tú at hoyra meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Andreas Andreasen, tekniska stjóra, á telefon 28 08 78.

Tú søkir starvið við at trýsta ein leinkjuna her: Málsviðgeri til teknisku umsiting

Umsókn skal verða okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 30. august 2026.

Onnur tíðindi
12.08.2026

Ferðslu­kunning í samband við Conference League

10.08.2026

Bussur til sølu

01.08.2026

Ferðslan á summar­festivali­num 2026