Tíðindi

17.06.2022
Adrenaline við nýggjum videobroti

Í 2019 sá Listarok dagsins ljós. Endamálið við Listarok var at geva ungum, sum eru áhugað at spæla og skapa tónleik serkøna hjálp og vegleiðing.

Hans Edward Andreasen hevur staðið á odda fyri hesum arbeiðinum og sigast má, at vegleiðingin og hjálpin hevur verið góð.

Tá tá teir fýra, Jónas Jacobsen, sang og gittar, Tórður Sóleygarson, gittar og kór, Høgni Sørensen, trummur og Niclas Høgnesen, bass, mannaðu bólkin í Adrealine í 2019, var tað ongin, sum hevði droymt um, at teir trý ár seinni fóru at útgeva lag og egið videobrot.

Teir fýra hava ment so ómetaliga nógv, og sigast má, at endamálið er rokkið, tí hesir fýra hava veruliga slóða fyri og sett ferð á menningina av tí rútmiska tónleikinum her í býnum.

Hjartliga til lukku, Jónas, Tórður, Høgni, Niclas og Hans Edward.

Til ber at fylgja Adrenaline á instagram: Adrenaline_Official1

Til ber at síggja videolagið her: Nýggja videobrotið hjá Adrenaline

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy