Tíðindi

23.06.2022
Grótbrotið selur nú 20 kg sekkir

Tørvar tær smærri nøgdir av skervi ella sandi?

Grótbrotið selur nú 20 kg sekkir av skervi, føroyskum sandi og norskum sandi. Kostnaðurin er 50 kr,- fyri 20 kg.

Smærri sekkirnir gera tað ómakaleyst hjá borgarum, sum ynskja sær smærri nøgdir, tí nú slepst undan at hava posa/kassar og spaka við sjálvi. 

Grótbrotið heldur til í Borðoyavík og hevur opið mánadag til fríggjadag frá kl. 8 - 16. Sí annars prísir á vøru pr./tons.

Onnur tíðindi
10.07.2025

Rottangatøming í Svínoy

09.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Conference Leauge dyst hjá NSÍ

07.07.2025

Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað er leiðin fram

07.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Champions Leauge dyst hjá Víkingi