Tíðindi

24.06.2022
Fyrireika nú heilsufótbólt 60+

Í vikuni fingu venjarar, sum skulu taka sær av heilsufótbóltinum 60+, undirvísing frá May-Britt Skoradal, adjunkti í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum. Venjarar eru Marjun Kalsø, Eydna Thomsen og Símin Petur Hjelm (Piddi).

Endamálið við venjingini var at leggja lag á hjá teimum, sum skulu taka sær av heilsufótbóltinum. Orsøkin til at Fróskaparsetrið er við í heilsufótbóltinum í Klaksvík, er talan er um eina granskingarverkætlan, og tí bleiv eisini undirvíst í tí ástøðiliga partinum, har May-Britt Skoradal eitt nú hevur granskað í fótbólti sum heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltaki. Eftir undirvísingina í Kí-høllini varð farið út á vøllin at royna nakrar venjingar, sum lagt varð upp til í undirvísingartilfarinum. Bæði Marjun, Eydna og Piddi eru sera spent upp á uppgávuna, hóast tað eru fleiri ár síðani, at tey sjálvi leiktu fótbólt seinast.

Í farnu viku bleiv latið upp fyri tilmeldingum, og higartil eru yvir 30, sum hava teknað seg til heilsufótbólt í heyst. Eftir ætlan verður ein kunningarfundur fyri øll tey, sum hava meldað til, í august, og byrja venjingarnar eftir tað.


Ert tú yvir 60 ár og hevur tú hug at venja og lutttaka í granskingarverkætlanini?
Melda til her: Heilsufótbóltur 60+ menn og kvinnur

 

Um granskingarverkætlanina:

Øll, sum melda til, luttaka í eini heilsukanning hálvan august. Heilsukanningin fevnir um máting av blóðtrýsti og hvílipulsi, test av vøddastyrki og BMI. Harumframt ein spurnarkanning í mun til sálarliga heilsu. 

Av tí at talan er um eina granskingarverkætlan, har endamálið er at kanna, um venjingarhátturin er aldursyngjandi, so er neyðugt við tveimum bólkum. Ein, sum venur, og ein, sum livir, sum vanligt.

Eftir heilsukanningina verður tí lutakast millum tey tilmeldaðu. 60% av teimum tilmeldaðu skulu luttaka til venjingarnar, meðan hini 40% liva sítt vanliga lív. Hetta merkir, at øll, sum melda til, eru við í granskingarverkætlanini, men ikki øll sleppa at venja.

12 vikur seinni skulu øll aftur til kanningar. Bæði tey, sum hava vant, men eisini tey, sum í 12 viku tíðarskeiðinum hava livað sítt vanliga lív.

Onnur tíðindi
11.08.2022

Rennybreytin verður málað

09.08.2022

Kunningarfundur um heilsufótbólt

08.08.2022

Køksfólk til Snjallubjallu

07.08.2022

Námsfrøð­ingur ella hjálpar­fólk til Blákolluna