Tíðindi
11.07.2022
Bátahylurin í Árnafirði skal nú gerast liðugur
Fyrrapartin í dag varð sáttmáli við arbeiðstakaran undirskrivaður, og verður farið undir arbeiðið at gera bátahylin lidnan beinanvegin. Articon er arbeiðstakari, og LBF er ráðgevið í hesi verkætlanini, sum væntast liðug longu í desember í ár.
Útbyggingin av bátahylinum í Árnafirði er eitt mál, sum farið varð undir í 70`unum, men sum ongantíð er komið á mál.
Í 2021 varð ferð veruliga sett aftur á málið, og tá varð avtala eisini gjørd við Landsverk um tunnilsgrót frá tunlinum norður um fjall.
Mettur kostnaður við grótinum er 11,5 mió. kr.



Onnur tíðindi

11.08.2022
Rennybreytin verður málað

09.08.2022
Kunningarfundur um heilsufótbólt

08.08.2022
Køksfólk til Snjallubjallu

07.08.2022