Tíðindi

30.07.2022
Klaksvíkar Róðrarfelag heiðrað

Klaksvíkar Róðrarfelag og Klaksvíkar kommuna skipaðu fyri móttøku og heiðran av Klaksvíkingi, Páll Fanga - menn og Fípuni Føgu - gentur, sum allir vunnu FM í sínum kappingargreinum.

Seinnapartin í dag skipaði Klaksvíkar Róðrarfelag saman við Klaksvíkar kommunu fyri móttøku og heiðran av Klaksvíkingi, Páll Fanga – menn og Fípuni Føgru – gentur, sum allir vunnu FM í sínum kappingargreinum.

Sonja Ravnsfjall Kjølbro, forkvinna legði fyri við rósandi orðum til sítt felag og allar teir mongu røsku rógvararnar. Hon takkaði eisini teimum mongu stuðlunum og foreldrum og hjálparfólki, ið stóðu handa felagið.

Síðani helt Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevnd býráðsins røðu. Hon takkaði fyri spennandi kappráðrarárið, har Klaksvíkar Róðrarfelag sanniliga hevði gjørt kappingarnar meira spennandi við nógvum góðum úrslitum – eisini  hjá teimum ungu spírunum, sum eru væl við.

Síðani bað hon umboð fyri manningarnar á Klaksvíkingi, Páll Fanga – menn og Fípuni Føgru – gentur um at koma upp at taka ímóti einum kekki frá býráðnum. Eftir tað varð boðið til kaffi og snotiliga róðrar-lagkaku.

Onnur tíðindi
19.03.2026

Námsfrøð­ingar ella hjálpar­fólk

13.03.2026

Send okkum títt hugskot!

12.03.2026

Væl møtt til grækarismessuhald í Varpinum

12.03.2026

NBH og Nánd kanna størri samstarv á eldraøkinum