Tíðindi

15.08.2022
Vinnu og mentanarstjóri til Klaksvíkar kommunu

Vilt tú standa á odda fyri at menna vinnu og mentan í Klaksvíkar kommunu? Brennir tú fyri leiðslu og menning, hevur tú viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella tilsamans samsvarandi útbúgvingarstig og royndir, hevur tú áhuga fyri vinnu og mentan, so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir.

Vinnu- og mentanarstjórin skal stuðla býráðnum í at seta dagsskránna og megna at halda visjónir og møguleikar í miðdeplinum í samstarvi við borgarar og vinnu- og mentanarlívið í kommununi.

Vinnu- og mentanarstjórin myndar leiðsluna í kommununi saman við borgarstjóranum, kommunustjóranum, trivnaðarstjóranum og tekniska stjóranum.

Vinnu- og mentanarstjórin hevur leiðsluliga og fakliga ábyrgd av vinnu- og mentanarøkinum. Stjórin er leiðari hjá øðrum leiðarum á sínum virkisøki.

Starvsinnihald
Týdningarmestu uppgávurnar hjá vinnu- og mentanarstjóranum eru at:

  • Arbeiða miðvíst og framskygt við at skapa góðar karmar fyri vinnu og mentan í kommununi
  • At ráðgeva og fyrireika mál til avvarðandi býráðsnevndir
  • Tryggja, at samtyktir hjá nevndum og býráði verða settar í verk
  • Tryggja, at politiska skipanin fær professionella og holla fakliga ráðgeving
  • Tryggja, at tænasturnar á vinnu- og mentanarøkinum eru væl skipaðar og skapa virði fyri vinnu, mentan og frítíðarlív
  • Standa fyri at menna og betra tænastustigið á sínum ábyrgdarøki
  • Tryggja fullgóða fíggjarstýring á vinnu- og mentanarøkinum
  • At menna og leiða verkætlanir á vinnu- og mentanarøkinum
  • At skapa nýggj sambond og røkja væl sambandið við samstarvs- og áhugabólkar
  • Umboða kommununa á ein virðiligan og álitisvekjandi hátt
  • Leiða væl hinar leiðararnar í sínum ábyrgdarøki og virka fyri góðum samstarvi teirra millum
  • At vera ein góður og konstruktivur limur í leiðslutoyminum saman við kommunustjóranum og deildarstjórunum

 

Umráðandi er, at tú hevur:

  • Leiðsluroyndir og evni at leiða onnur
  • Kunnleika til fyrisiting og fíggjarstýring
  • Evni at samstarva tvørtur um fakmørk og í toymum
  • Kveikjandi leiðluatferð
  • Førleika at arbeiða strategiskt, hugsa langskygt og halda fokus
  • Førleika at fáa málini framd og at skapa úrslit
  • Førleikar at arbeiða við nýskapan
  • Hava góð evni at samskifta, bæði í skrift og talu
  • Góð evni at raðfesta, samskipa og avhenda uppgávur
  • Dirvi og vilja at taka avgerðir

Tann, ið verður settur, skal hava gott innlit í og vitan um tær treytir, sum eru galdandi í einari kommunalari umsiting. Tað er sera týdningarmikið, at umsøkjarar hava vilja og hegni at ganga nýggjar leiðir og megna at gera hugskot til veruleika.

Førleikakrøv
Umsøkjarar eiga at hava:

  • Viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra viðkomandi útbúgving saman við viðkomandi royndum
  • Leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum

Umsøkjarar verða mettir eftir leiðsluligum, fakligum og persónligum førleikum.

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi. Tú kemur at verða partur av einum royndum og eldhugaðum starvsfólkahópi.

Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelagi Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Stjórin hevur tilvísing til kommunustjóran.

Talan er um áramálssett starv - 5 ár. Latin verður ein áramálsviðbót.

Starvið verður sett 1. nov. 2022 ella eftir nærri avtalu. 

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rúna Rasmussen, kommunustjóra, tel. 224021, runir@klaksvik.fo

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 29. august 

 

Søk her. Vinnu- og mentanatstjóri til Klaksvíkar kommunu

 

Um vinnu- og mentanarøkið:

Vinnu- og mentanardeildin umsitur ítróttaøkið, stadionøkið, bókasavnið, grótbrotið og Klaksvíkar havn. Saman við mentanarleiðaranum verður samstarvað um m.a. tiltøk, stuðul, vinabýarsamstørv og reglugerðir á mentanarøkinum. Av øðrum samstørvum kunnu nevnast Íverksetarhúsið, Visit Norðoy, Tónlistaskúlin, Kvøldskúlin, Fornminnissavnið og nýggja mentanarhúsið Varpið. Vinnumenning og samstarv við Vinnulívsráðið og Klaksvíkar handilsfelag er eisini fevnt av økinum. 

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars