Tíðindi

05.09.2022
Føroyski sendimaðurin í Ísrael á vitjan

Í dag var sendimaðurin í Ísrael, Áki Johansen, á vitjan í Klaksvík. Við sær á ferðini hevur sendimaðurin nøkur vinnulívsfólk úr Ísrael. Á skránni í Klaksvík eru virkisvitjanir og fundir við býráðið og vinnulívsráðið.

Týsmorgunin varð skipað fyri netverksfundum við vinnulívsfyritøkur í Finastøðini. Amir og Noam, sum eru ísraelsku vinnulívmennirnir, løgdu fram og greddi frá, hvussu ferðin var komin í lag, og hvat teir vónaðu, at fáa burturúr ferðini til Føroyar. Seinnapartin varð farið á virkisvitjanir hjá SMJ, Looknorth og smoltstøðin hjá Bakkafrost við Strond.

Amir og Noam hava drúgvar royndir við íverksetan, og endamálið við ferðini er eisini at menna stamstarvið við føroyskt vinnulív. Umframt at menna sambond í føroyum, so leita teir eisini eftir føroyskum fyritøkum, sum teir kunnu hjálpa at koma á altjóða marknaðin ella í øðrum lagi at skaffa íleggjarar uttan úr heimi.

Fríggjadagin verða tveir almennir fyrilestrar á skránni. Tá fara Osnat Lautman og Benny Shlick at hava fyrilestrar í Finsens í Havn. Tað er Vinnuframi, Framtak, Íverksetarahúsið og Hugskotið sum skipa fyri.

Evni á fyrilestrunum er: Hvat skal til hjá føroyskum fyritøkum fyri at náa út um landoddarnar? Hvat eyðmerkir okkara vinnumentan í mun til aðrar altjóða vinnumentanir? Og hvønn týdning hevur nýhugsan og íleggjaraumhvørvið í hesum sambandi?

Osnat er ein altjóða viðurkendur serfrøðingur innan vinnumentanir. Benny er íverkseti og fyrilestrahaldari við drúgvum royndum innan "start-ups", KT-vinnuna og íleggjaraumhvørvið. Tey bæði fara eitt nú at koma inn á orsøkina til góðu úrslitini í ísraelska íverksetara-umhvørvinum, serliga innan KT-vinnuna.

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars