Tíðindi

09.09.2022
Annfinnur Heinesen er settur sum leiðari av Varpinum

Á stýrisfundi í grunninum, Mentanarhús í Klaksvík, varð 8. september 2022 tikin avgerð um at seta Annfinnur Heinesen í starv sum leiðara fyri nýggja Mentanarhúsið í Klaksvík, Varpið.

Annfinnur er 45 ár - ein klaksvíkingur, sum býr í Havn, ið hevur holla útbúgving. Umframt hægri útbúgving sum stjórnmálafrøðingur, hevur hann leiðsluroyndir, og er góður fyrisitari og formidlari, eins og gott tak á fíggjarstýring og verkætlanarleiðslu.

Eisini hevur Annfinnur hægri listarliga útbúgving sum sjónleikari frá Den Danske Scenekunst-uddannelse, og hevur hann starvast innan mentanarøkið í mong ár, harav 5 ár sum stjóri á Føroya Fólkaháskúla.

Hann hevur eitt stórt netverk og er samanumtikið mettur at hóska væl til fjølbroyttu uppgávurnar sum leiðari av hesum spennandi húsi, har øll skulu kenna seg væl.

Annfinnur hevur góðan kunnleika til mentanarlívið í breiðari merking og fjølbroyttar royndir á føroyska mentanarpallinum. Eisini hevur hann góð boð uppá, hvussu Varpið kann gerast eitt livandi og fólksligt hús.

Annfinni verður ynskt bestu eydnu í nýggja starvinum sum leiðari í Varpinum. Eftir ætlan tekur hann við starvinum í november 2022.

Onnur tíðindi
03.10.2022

Matr. nr. 1185 lýst til sølu

03.10.2022

Jústabrekka 1 til sølu

03.10.2022

Burturbeining av leivdum frá fletting

01.10.2022

Rennibreytin tikin í nýtslu