Tíðindi

20.09.2022
Norðoya Bú- og Heimatænasta sjósetir talgildu heilsuskipanina Cosmic

Fyrrapartin í gjár varð journalskipanin Cosmic íverksett á Sambýlinum á Heygnum, og harvið er Norðoya Bú- og Heimatænasta fyrsta eldraøkið at íverkseta Cosmic, sum er talgilda heilsuskipanin, THS, sum sjúkrahúsverkið og kommunulæknarnir hava nýtt í fleiri ár. Hóast Cosmic ikki er ein nýggj skipan, so er hon nýggj á eldraøkinum og skal tískil tillagast tørvin, sum er á eldraøkinum. Hesum arbeiðinum verða starvsfólkini á Sambýlinum á Heygnum ein týðandi partur av.

Trý eldraøkir, Heilsu og Umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu, Roðin og Norðoya Bú- og Heimatænasta, hava verið partur av pilotverkætlanini at fyrireika og íverkseta Cosmic, sum við tíðini kemur at umfata øll eldraøkini í Føroyum.

Við hesi felags talgildu journalskipan gerst tað møguligt trygt at flyta viðkvæmar persónsupplýsingar tvørtur um geirar og ymiskar stovnar í heilsuverkinum. Og endamálið við Cosmic er millum annað, at starvsfólk í samlaða heilsuverkinum fáa skjótari og lættari atgongd til neyðugar upplýsingar, soleiðis at gott grundarlag fæst fyri dygdargóðari røkt og viðgerð, eins og tað fer at betra og lætta um hjá starvsfólkum í eldraøkjunum at skjalfesta.

Íverksetingin av Cosmic á eldrøkinum er eitt týðandi stig í visjónini hjá THS um eitt heilsuverk, ið samstarvar, soleiðis at sjúklingar/borgarar uppliva eitt samanhangandi heilsuverk við einum felags minni. Í royndum merkir tað, at borgarar ikki skulu geva somu upplýsingar, hvørja ferð borgarin møtir einum nýggjum starvsfólki í heilsuverkinum.

Fyrireikingarnar at íverkseta journalskipanina Cosmic á eldraøkinum hava tikið longri tíð enn væntað. Tó hevur samstarvið millum umboð frá THS, kommunufelagnum og teimum trimum pilotøkjunum, seinastu tíðina gingið somikið væl, at næstu mánaðirnar kunnu starvsfólk í hesum økjunum gera sær royndir og slóða fyri við góðum hugskotum og tillagingum, sum fara at gagna øllum eldraøkjunum í Føroyum.

Øll starvsfólkini, sum fara at brúka skipanina, fáa upplæring og trygdarundirvísing, áðrenn tey fáa atgongd til Cosmic. Eisini vera sonevndir super-brúkarar knýttir at arbeiðinum, soleiðis at íverksetanin av nýggju skipanini verður so smidlig fyri starvsfólkini, sum møguligt.

Sigrid J. Dalsgaard, umboðandi kommunufelagið, og Dávid í Lag, umboðandi THS, eru verkætlanarleiðarar fyri íverksetingini á eldraøkinum.

Starvsfólkini á Sambýlinum á Heygnum hava í allari tilgongdini verið sera jalig og av fullum huga tikið við avbjóðingini at fara frá at skjalfesta við pappíri og penni til eina felags talgilda journalskipan, og Norðoya Bú- og Heimatænasta fegnast um, at íverksetingin av Cosmic nú loksins er byrjað.

 

 

 

Onnur tíðindi
03.10.2022

Matr. nr. 1185 lýst til sølu

03.10.2022

Jústabrekka 1 til sølu

03.10.2022

Burturbeining av leivdum frá fletting

01.10.2022

Rennibreytin tikin í nýtslu