Tíðindi

22.09.2022
Virkið heyst: Skráin mánadagin 26. september

Komandi mánadag verður fyrsta tiltakið í skránni fyri Virkið heyst.

Kl. 19.00 ber til at hittast til eina hugnaliga løtu, har Bjarma Vágsheyg fer at vegleiða áhugaðum í at gera rullupylsu. At gera rullupylsu er nokk púra vanligt fyri summi, men kanska eisini púra ókent fyri onnur. Roynd, sum óroynd eru vælkomin at luttaka og hittast til eina øðrvísi, men uttan iva hugnaliga løtu. Melda til umvegis teldupost klaksvik@klaksvik.fo

Opin tilboð gjøgnum vikuna
Íðka bjóðar øllum ókeypis holdvenjingar. Tilmelding fer fram í sølubúðini hjá Íðka ella umvegis facebook síðuna hjá Íðka.

Eisini Fullpower bjóðar ókeypis venjingar alla vikuna. 

Norðoya gongufelag hevur eisini boðað frá, at um viðrar, so verður skipað fyri gongutúri. Kunnað verður um hetta, tá ið støðan er tikin til hvar og nær túrurin verður.

Gakk og hygg er ein spennandi frásøgn um læknastríðið í Klaksvík. Tú fylgir eini slóð, sum tekur teg ígjøgnum søguna og hendingarnar í læknastríðnum, sum verður søgd í nýggjum hami, og sum kann síggjast og hoyrast umvegis QR-lyklar, ymsa staðir í býnum.

Í hesum sambandi er gjørdur ein faldari, sum fæst á Kunningarstovuni, í Miðlan og á Fornminnasavninum. Í faldaranum verður greitt frá hvar QR-lyklarnir eru at finna.

Til ber eisini at síggja faldaran her: Læknastríðið

Onnur tíðindi
10.07.2025

Rottangatøming í Svínoy

09.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Conference Leauge dyst hjá NSÍ

07.07.2025

Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað er leiðin fram

07.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Champions Leauge dyst hjá Víkingi