Tíðindi

02.11.2022
Minningarhald í gamla kirkjugarði

Tó at tað regnaði nakað illa seinnapartin í gjár, møtti væl av fólki til minningarhaldið teirra sjólátnu, sum var í gamla kirkjugarði við Vágstún.

Skráin var henda:

Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini beyð vælkomin og greiddi frá skránni. Síðani sang eitt væl samansungið manskór úr Betesda; Bjart várs Faðirs náði skínur, áðrenn Heri Joensen, prestur, flutti fram minningarrøðuna, varð felagssangur, Breið tínar náðiveingir, sungin.

Við sorgblídni, virðing og tøkk vórðu nøvn teirra, ið franir eru, nevnd:
Tann 21. november doyði Jóhan Petur Suni Olsen, 56 ára gamal. Hann sigldi við skipinum Hav- Nordlandia, ið lá við bryggju í Miðvági. Hann var búsitandi á Strondum.

Tann 22. februar druknaði Petur Johansen við aliringarnar í Miðvági, 52 ára gamal. Hann búði í Miðvági.

Tann 13. februar doyði pólendingurin Maciej Krzysztof Broniszewski umborð á Suðringi undir fiskiskapi undir Føroyum, 48 ára gamal. Hann var búsitandi í Froðba.

Tann 18. juni druknaði Karl Sofus Lamhauge Garðalíð við Vestaru bryggju í Havn, 59 ára gamal. Hann var ávegis umborð á Túgvustein, ið lá við bryggju. Hann búði í Vestmanna.

 

Kransar:
Klaksvíkar Býráð:                       Karl H. Johansen, borgarstjóri

Føroya Landsstýri:                     Árni Skaale, landsstýrismaður

Klaksvíkar Útróðrarfelag:          Jógvan Páll Steinberg, formaður 

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag: Jastrid W. Niclasen, forkvinna             

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag:  Absalon Hansen, formaður

 

Manskórið úr Betesda sang síðani, Á lívshavsins bylgjum og síðani at enda felagssangurin, Ja, sig honum takk.

At enda takkaði Jóhanna C. Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini fyri og beyð til drekkamunn í Betesda.

Onnur tíðindi
25.11.2022

Jólatræið verður tendrað kl. 19.30

25.11.2022

Fíggjarætlanin samtykt – íløgur fyri 51,7 mió.

24.11.2022

Døgg hevur teknað jóla­kortið

23.11.2022

Fíggjarætlanin til viðgerðar í býráðnum