Tíðindi

04.11.2022
Vinnu- og mentanarstjórin farin til verka

John Syderbø er byrjaður í starvinum. Ein av fyrstu uppgávunum er kunna seg um tørvin, sum er á teimum økjum og stovnum, sum hoyra til vinnu- og mentanarøkið í Klaksvíkar kommunu.

Í dag varð vitja hjá Torkil Mørkøre, leiðara á ítróttardeplinum. Torkil gav eina rundsýning, greddi frá virkseminum og hvør framtíðar tørvurin hjá ítróttardeplinum er. Nógv virksemi er í KÍ og Badminton høllini og vitjanartalið í Klaksvíkar Svimjihøll setur met. Tì er neyðugt at fylgja við og menna tilboðini á ítróttarøkinum enn meira.

John Syderbø sær fleiri spennandi avbjóðingar í starvinum.

- Eg síggi nógvar møguleikar í starvinum. Eg gleði meg serliga til at samstarva við vinnulívið og menna starvsøkið enn longur fram á leið. Tað finnast nógvar stórar og spennandi fyritøkur í kommununi, so tað er upp til okkum at fáa skapt so góðar karmar sum møguligt, hjá teimum at virka undir. Eisini eri eg serliga glaður fyri møguleikan venda aftur í Klaksvíkar at starvast.

John tók við starvinum 1. november. Hann er 46 ára gamal og er útbúgvin búskaparfrøðingur. 


Vinnu- og mentanarstjórin hevur ábyrgd av:

Ítróttaøkið, stadionøkið, bókasavnið, grótbrotið og Klaksvíkar havn. Saman við mentanarleiðaranum verður samstarvað um m.a. tiltøk, stuðul, vinabýarsamstørv og reglugerðir á mentanarøkinum. Av øðrum samstørvum kunnu nevnast Íverksetarhúsið, Visit Norðoy, Tónlistaskúlin, Kvøldskúlin, Fornminnissavnið og nýggja mentanarhúsið Varpið. Vinnumenning og samstarv við Vinnulívsráðið og Klaksvíkar handilsfelag er eisini fevnt av økinum.

Onnur tíðindi
10.07.2025

Rottangatøming í Svínoy

09.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Conference Leauge dyst hjá NSÍ

07.07.2025

Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað er leiðin fram

07.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Champions Leauge dyst hjá Víkingi