Tíðindi
Søkt verður eftir tannlækna at arbeiða tríggjar dag um vikuna, svarandi til 21 tímar, frá 1. februar til 1. oktober 2023. Møguleiki er at tillaga arbeiðstíðina eftir nærri avtalu
Í løtuni starvast 9 starvsfólk á Barnatannrøktini, har arbeitt verður við talgildari journalskipan og røntgenskipan, ávikavist TK2 og VisiQuick. Umframt vanliga tannlækna-arbeiðið verður áherðsla løgd á fyribyrging, frálæru og kunning um tannrøkt.
Persónligir eginleikar
Vit vænta, at tú hevur góð samstarvsevni, ert jalig/ur og fyrikomandi, og at tær dámar at arbeiða við børnum og ungum. Eisini hevur tað týdning at tann setti er nærløgd/lagdur og arbeiður sjálvstøðugt.
Setanarviðurskifti
Talan er um barsilsvikar á brøk 0,6. frá 1. februar til 1. oktobur 2023. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Tandlægeforeningen.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Markus Hvannastein, tannlæknaleiðara, á tlf: 455651 ella 255652
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast hósdagin 15. desembur 2022.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Barnatannrøktina

Norðoyastevnan í myndum

Stjóri til Klaksvíkar Havn/Havnameistari

Endurnýtslan stongd leygardagin á norðoyastevnu
