Tíðindi

20.02.2023
Brot úr Torraskránni týsdagin

Skráin 21. februar er drúgv og góð, og endar við Fiskivinnutinginum, ið eisini verður sent beinleiðis í Kringvarpinum.

kl. 09.00 - 21.00 Café Fríða, Torgið - Livar Nysted listaframsýning.

kl. 12.00 - 15.00 Café Fríða - Leskiligan fiskarætt hvønn gerandisdag í Torravikuni. Sjálvandi er eisini vanliga matskráin tøk.

kl. 14.00 - 17.00 Gamla Seglhúsið - Framsýning við Frits Johannesen

kl. 16.00 Bókasavnið - Tiltak fyri børn - 21. februar er altjóða pannukøkudagur.

Søgan um tá Pettson gjørdi Findusi pannukøkulagkøku er á skrá og aftaná fara vit at eta pannukøkulagkøkur

kl. 16.00 Smæran - Til lands í Íslandi - Jógvan Arge

- Útróðurin við bátum í Íslandi byrjaði so at siga samstundis, sum sluppirnir fóru á Eysturlandið at fiska um 1870. Jógvan Arge greiðir frá søguni um henda útróðurin, har hópin av fólki fóru til Íslands at royna eydnuna.

kl. 17.30 Christianskirkjan – Skrúvuguðstænasta V/Marjun Lómaklett, presti

kl. 17.30 - 20.30 Blákrossbúðin - Opið hús á Torra - Vælkomin at vitja og kunna teg um endurnýtslu handilin í Klaksvík hjá Bláa krossi - Kaffi er í kannuni

kl. 18.00 - 20.00 Spinnaríið - AFTURLIT - dupultframsýning letur upp í Spinnarínum í Klaksvík, við myndum og málningum hjá tveimum lokalum mentamonnum - fjølbroytti listamálarin, Amariel Norðoy og speiski, skemtingarsami keiputeknarin Óli P. - Rudolf Joensen sigur nøkur orð um listamenninar, eins og list teirra verður sýnd fram.

kl. 18.00 - 20.00 Spinnaríið - Hvat skal henda í Spinnarínum?

- Áhugafelagið Spinnaríið kunnar um visiónir og ætlanir. Kunningartilfar við myndum, filmi og teksti verður tøkt, meðan framsýningin er opin

kl. 19.00 Café Gloria - Sangløta – Andakt og hugnakvøld - Samkoman í Elim saman við Frelsunarherinum, hava andakt og skipa fyri sangkvøldi, eisini verður ein góður drekkamunnur at fáa.

kl. 19.30 Skúlatrøð, Miðhøllin í erva - Fiskivinnutingið - Evnini fevna frá russiska sambandinum, til fiskiskapin á Føroyabanka og víðari til tilfeingis- og tøkugjaldini frá fiski- og alivinnuni, sum samgongan ætlar at endurskoða.

Onnur tíðindi
23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy

23.04.2024

Okkara framtíðar Klaksvík

23.04.2024

Býráðsfundur mikudagin 24. apríl