Tíðindi

12.05.2023
Borgarstjórin setti ráðleggingardagin

Í dag er felags ráðleggingardagur fyri øll starvsfólk á dagstovnaøkinum og frítíðarskúlanum í Klaksvíkar Kommunu. Karl Johansen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og setti dagin. Hann nýtti høvið at takka øllum starvsfólkunum fyri teirra megnar arbeiði.

Ráðleggingardagurin verður í ár hildin í hølunum hjá KFUM & K, har tey 170 starvsfólkini á dagstovnum og frítíðarskúlanum eru savnað. Hetta merkir, at tey umleið 460 børn, sum eru í skipanini, í dag hava frí. Borgarstjórin nevndi í stuttu røðu síni, at hann eisini merkti, at allir barnagarðar vóru stongdir í dag, tí eisini hann mátti heim at ansa abbabørnum í dag, og er hetta bara enn eitt dømi um tann stóra týdningin, sum dagstovnar, dagrøktarar og frítíðarskúlar hava í okkara samfelag í dag.

Fyrrapartin í dag hevur Ditte Alexandra Winther-Lindqvist, ph.d. og lektari á DPU, Aarhus Universitet, undirvíst í hvussu børn spæla og hvussu spæl mennir vinaløg, samleika og hugflog. Í framløguni greiddi Ditte frá sínari gransking, og um hvussu spæl, spæliumhvørvi og um leiklutin hjá starvsfólkunum í samband við spæl.

Onnur tíðindi
04.06.2023

Norð­oyastevnan í myndum

02.06.2023

Stjóri til Klaksvíkar Havn/­Havnameistari

02.06.2023

Endur­nýtslan stongd leygar­dagin á norð­oyastevnu

01.06.2023

Ferðslan á norð­oyastevnu