Tíðindi

19.05.2023
Ragnhild lokið prógv sum skrivstovufólk

Ragnhild Joensen hevur seinastu 2 árini verið í læru sum skrivstovunæmingur, og hevur nú lokið prógv sum skrivstovufólk við sergrein í almennari fyrisiting.

Í lærutíðini hevur Ragnhild í høvuðsheitinum verið knýtt at móttøkuni í Miðlan, men hon hevur eisini havt ein virknan leiklut í samband við m.a. vígslur og almennar móttøkur hjá borgarstjóranum. 

Umframt kravdu lærugreinarnar, so hevur Ragnhild m.a. eisini nomið sær góðar royndir sum nevndarskrivari.

Sjálv sigur Ragnhild um lærutíðina, at hon hevur verið spennandi, til tíðir avbjóðandi, men fremst av øllum lærurík. 

Í februar søkt kommunan eftir skrivstovufólki til Miðlan. Hetta starvið fekk Ragnhild, og byrjaði hon í starvinum 1. apríl. 

Vit ynskja Ragnhild hjartaliga til lukku við útbúgvingini. 

Onnur tíðindi
10.07.2025

Rottangatøming í Svínoy

09.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Conference Leauge dyst hjá NSÍ

07.07.2025

Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað er leiðin fram

07.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Champions Leauge dyst hjá Víkingi