Tíðindi
Søkt verður eftir 4 námsfrøðingum, at byrja 7. aug. 2023, ella eftir nærri avtalu. Størvini eru á 30 tímar ella eftir avtalu, í barnagarðs-/vøggustovu. Arbeiðstíðin er ímillum 7:30 og 17:00.
Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fart møguleikan at geva teimum ein innihaldsríkan og góðan dag.
Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, fimleikarhallirnar, svimjihøllina, fótbóltsvøllin, bókasavni og ikki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.
Møguleikarnir er nógvir at uppliva í nærumhvørvinum, saman við góðum starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.
Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11/ 23.
Meira fæst at vita, við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á tlf. 212557 ella varaleiðaran Hedvig Waagstein á tlf. 216734.
Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, arbeiðroyndum o.ø, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 6. juni 2023 kl. 12.00.
Um ongin námsfrøðingur søkjir starvi, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarka starv.
Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 14
F0 – 700 Klaksvík
T-post margretha@margretha.fo
Til ber at lesa meira um stovnin á heimasíðuni hjá stovninum her: Heimasíðan hjá Dr. Margrethu

Fólkatingslimir á vitjan

Skráin er tøk!

Barnahúsið Margit 16 ára føðingardag
