Tíðindi

30.05.2023
Barnafagnaðurin 2023

Aftur í ár verður skipað fyri barnafagnaði fyri børnunum í dagstovnaskipanini í Klaksvíkar kommunu. Barnafagnaðurin verður í morgin, mikudagin 31. mai. Sambært veðurforsøgnina verður veðrið gott norðanfyri.

Dagstovnarnir hava seinasta árið sett ljóskastaran á týdningin av at spæla, at børn hava góðar spæliumstøður og at tey vaksnu luttaka í spælinum saman við børnunum. Barnafagnaðurin verður tí í ár merktur av, at børnini fara at spæla.

Børnini møta við sandin og ganga skrúðgongu niðan á fótbóltsvøllin og rennibreytina. Har fara børnini at spæla ymisk spøl og syngja sangir. Tiltakið verður skipað soleiðis, at barnagarðsbørnini verða á Djúpumýru og vøggustovubørn á Másheyggi. Øll fara til gongu frá sandinum kl. 09.50.

Í dagstovnaskipanini eru í dag 453 børn í aldrinum frá 10 mánaðir til 7 ár.

Onnur tíðindi
09.09.2026

Bárður á Lakjuni vitjaði Klaksvíkar Kommunu

07.09.2026

Námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til Dr. Margrethu Barnagarð

04.09.2026

Vitjan úr Sisimiut í Grønlandi

04.09.2026

Endur­nýtslan er stongd