Tíðindi

31.05.2023
Broyting av byggiøki 11 í øki C í serstøku byggisamtyktini E1 fyri miðbýin

Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 25.05.2023 uppskot um at broyta serstøku byggisamtyktina E1 fyri Klaksvíkar kommunu.

Uppskotið til broytingina snýr seg um:

  • at broyta byggiøki 11 sambært hotell verkætlanini (sí fylgiskjal 2).
  • at broyta orðing og harvið hækka mest loyvdu hædd úr Mesta hædd 18 m, yvirgrind móti Torgi 5 til Mest loyvda hædd 18 metur. Loyvt er at byggja bygninglut til uppihald omanfyri18 metrahædd. Tó ikki hægri enn 22 metur og ikki størri enn 45 m2.
  • at leggja hotellvirksemi aftrat nýtslulýsing fyri byggiøki 11.
  • Sí fylgiskjøl o.a. HER.

Broytingin umfatar byggiøki 11 í øki C í miðbýnum.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta serstøku byggisamtyktina og almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 31.05.2023 – 21.06.2023 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 12.07.2023. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, viðmerkið máls.nr. 22/01980.

Onnur tíðindi
28.09.2023

Nevndir í Klaksvíkar Býráði valdar av nýggjum

28.09.2023

Skuldin undir eina álíkning í 2024

28.09.2023

Uppmøting hjá býráðslimum fyrra hálvár 2023

28.09.2023

Burturbeining av leivdum frá fletting