Tíðindi

01.09.2023
Skeið fyri nýggjum hjálparfólkum

Í vikuni varð skeið hildið fyri hjálparfólkum, ið nýliga eru byrjað at arbeiða á dagstovnaøkinum í Klaksvíkar kommunu. Endamálið við skeiðnum er geva starvsfólkum eina innleiðslu í nakrar av meginreglunum og amboðum, sum vera nýtt í dagliga virkseminum á dagstovanøkinum.

Talan er um eitt afturvendandi skeið, har Klaksvíkar kommuna bjóðar nýggjum starvsfólkum hendan møguleikan, fyri at lyfta námsfrøðiliga støði á stovnunum.

 

Undirvíst varð m.a. í:

· Karmurin rundan um dagstovnarnar
· Foreldrasamstarv

· Relatiónir
· Leikluturin hjá hjálparfólkum.

Á hesum skeiðnum luttókum 13 hjálparfólk. Luttakararnir starvast á teimum ymsu dagstovnunum og frítíðarskúlanum í Klaksvíkar kommunu.

Undirvísarar vóru: Jórun, Anja og Sanna frá Námsfrøðiligu Ráðgevingini, og Niels Juel, samskipari á dagstovnaøkinum.

Í dag eru í alt 573 børn knýtt at dagstovna og frítíðarskúlaskipanini í Klaksvíkar kommunu. Klaksvíkar kommuna hevur sum aðalmál, at tað ikki skulu vera bíðilistar á dagstovnaøkinum, og soleiðis er eisini í løtuni, at kommuna hevur tøk pláss á bæð

Onnur tíðindi
21.09.2023

Fólka­tingslimir á vitjan 

20.09.2023

Skráin er tøk!

20.09.2023

Barnahúsið Margit 16 ára føðingardag

18.09.2023

Nærumhvørvið og eg!