Tíðindi

21.09.2023
Fólkatingslimir á vitjan 

Í hesum døgum eru 17 fólkatingslimir og vitja í Føroyum, har tey kunna seg um føroysk viðurskifti. Fyrrapartin í dag vóru tey í Klaksvík, har tey saman við borgarstjóranum vitjaðu ymisk støð. 

Dagurin byrjaði við rundferð í Christianskirkjuni, har Marjun Lómaklett, sóknarprestur, greiddi frá. Síðan varð vitjað í Føroya Bjór, har Annika og Einar Waag greiddu frá spennandi søguni hjá Føroya Bjór, sum byrjaði sítt virksemi í 1888. 

Eftir vitjanina í Føroya Bjór, tók Annfinnur Heinesen ímóti gestunum í Varpinum. Hann greiddi fáa um nýggja mentanarhúsið, og nýtti eisini høvi at takka fólkatinginum fyri at hava latið pening til verkætlanina.  Áðrenn gestirnir fóru víðari bjóðaði Karl Johansen, borgarstjóri, fólkatingslimunum til eitt ábit í Gamla Seglhúsið.

Ferðalagið kom til landið sunnudagin og fer avstað aftur fríggjakvøldið. 

Onnur tíðindi
08.12.2023

Útleigan av handilshøli við Biskupstorg

07.12.2023

Jólarómur í Klaksvík

06.12.2023

2.b á Skúlatrøð vitjaði borgar­stjóran

06.12.2023

Starvs­fólk til nýggja dagstovnaeind á Húsum