Tíðindi

24.10.2023
Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum á vitjan

Seinnapartin í gjár var Ingilín Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, og vitjaði borgarstjóran.

Borgarstjórin byrjaði við einari stuttari framløgu um kommununa, har hann eitt nú greiddi frá um sjóhitaskipanina hjá kommununi, og hvussu ætlanin er at útbyggja og menna skipanina í framtíðini. Síðan bleiv prátað um ymisk aktuell mál á umhvørvisøkinum.

Eitt annað evni sum bleiv tosað um var bústaðir og íbúðarbygging í Klaksvik. Tað var nevnliga mánadagin, at landsstýriskvinnan sendi út tíðindakskriv við yvirskriftini "Almannagagnligir bústaðir skjótt veruleiki", í sambandi við at nýggja lógin, sum leggur upp til, at kommunur og Bústaðir saman skulu kunna stovna almannagagnlig bústaðafeløg, nú er send til hoyringar. Tí var hetta evnið sjálvsagt nakað, sum bleiv tikið uppá fundinum, tí Klaksvíkar kommuna hevur stóran áhugað í at fáa bygt fleiri íbúðir í norðurøkinum.

Karl Johansen, borgarstjóri, takkaði fyri fundin og legði dent á, at tað hevur stóran týdning fyri Klaksvíkar kommunu at hava gott samskifti við landsstýrisfólkini. Ein slík vitjan gevur báðum pøtum betur innlit í hvat rørir seg á økjum, sum hava serligan áhugað. 

 

Onnur tíðindi
10.07.2025

Rottangatøming í Svínoy

09.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Conference Leauge dyst hjá NSÍ

07.07.2025

Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað er leiðin fram

07.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Champions Leauge dyst hjá Víkingi