Tíðindi
27.10.2023
Landsstýrismaður í lógarmálum vitjaði borgarstjóran
Fyrrapartin fríggjadagin var Bjarni Kárason Petersen og vitjaði Karl H. Johansen, borgarstjóra. Endamálið við fundinum var at umrøða nøkur viðurskifti og tryggja gott samstarv um týdningarmikil mál.
Tað var Karl Johansen, borgarstjóri, ið hevði bjóðað landsstýrismanninum á vitjan. Karl Johansen greiddi frá um kommununa, og um hvussu Klaksvíkar kommuna arbeiðir eitt nú við integrasjón, útjaðaranum í kommununi og onnur mál, sum landsstýrismaðurin varðar av.
Fundurin var liður í at tryggja gott samskifti við Landsstýrið og at fáa kunning um aktuell mál. Landsstýrismaðurin vísti stóran áhuga, og prátað varð um nógv ymisk viðurskifti, sum hava áhuga fyri bæði land og kommunur.
Onnur tíðindi
12.11.2026
Skrúvað verður fyri vatninum undir Brúnni
06.11.2026
Biskupsstøðgøta verður breiðkað
05.11.2026
Skrúvað fyri vatninum á eystursíðuni
05.11.2026