Tíðindi
Nú hevur tú møguleika at gerast partur av starvsfólkahópinum í Blákolluni, tí vit søkja eftir eimum ágrýtnum og jaligum námsfrøðingi til Blákolluna, at byrja 1. desembur 2023 ella eftir nærri avtalu. Vit arbeiða við námsfrøðiliga amboðnum Betri vinir, sum ger tað lættari at styrkja barnafelagsskapin og fyribyrgja happing við støði í virðunum tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi.
Hetta er sostatt eitt gylt høvi hjá tær at nema tær vitan um verkætlanina hjá Barnabata, Betri vini. Tú kemur at ganga á odda við at fáa hetta arbeiðsamboð sjónligt í arbeiðsdegnum og somuleiðis virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur.
Blákollan bjóðar tær
• At verða við frá byrjan við verkætlanini Betri vinir
• Ein stovn, har tú kanst seta tín dám á gerandisdagin
• 48 fitt børn, ið fegin vilja vera kreativ saman við tær
• Ein góðan starvsfólkahóp og virkið foreldraráð
• Ein ráðleggingardag um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum, umframt tíð til fyrireiking
Vit vænta av tær
• At tú kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
• At tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
• At tú ert sjálvstøðug/ur og hevur yvirlit
• At tú kanst menna og stimbra børnini í teirra gerandisdegi
• At tú ert fleksibul
• At tú ert nærverandi, vísir áhuga og góðan hugburð til arbeiðið
• At tær dámar at vera úti og brúka náttúruna sum ein part av arbeiðinum
Tað hevur stóran týdning, at tú sum starvsfólk tolir broytingar, ið koma fyri á stovninum.
Lønar- og setanarviðurskifti
Talan er um eitt størv sum námsfrøðingur á 30 tímar í barnagarðsstovu. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Um so er, at námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
Meira fast at vita frá Susan Hansen, leiðara á tlf. 229274
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast mánadagin 20. novembur 2023
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Námsfrøðingur til Blákolluna

Útleigan av handilshøli við Biskupstorg

Jólarómur í Klaksvík

2.b á Skúlatrøð vitjaði borgarstjóran
