Tíðindi

17.01.2024
Malltek skal byggja randarhús á Fossum

Í heyst lýsti Klaksvíkar kommuna eitt øki í nýggju útstykkingini á Fossum til sølu. Ein verkætlan var lýst fyri lendi, har 13 randarhús skulu byggjast á. Inn komu tvey tilboð og var tað byggifyritøkan Malltek, ið átti besta uppskotið.

Í verkætlanini fyri økið verður lýst, at talan er um randarhús, og at búeindirnar kunnu verða bygdar til leigubústaðir, lutabústaðir ella eigarabústaðir. Randarhúsini máta uml. 9 m x 22 m og eru uml. 200 m2 hvørt. Alt økið er 2600 m2 til støddar.

Karl Johansen, borgarstjóri, er sera fegin um, at hendan verkætlanin nú fer í gongd og at glið kemur á byggingina á Fossum.

- Hetta er ein forkunnug verkætlan og eisini fyrsta av sínum slag í kommununi, tí eri eg, saman við býráðnum, sera spentur uppá, hvussu hendan verkætlan kemur at eydnast. Tað er eingin ivi um, at vit hava stóran tørv á fjølbroyttum bústøðum, og tí er hetta nakað sum vit vónað og væntað, at fólk fara at taka væl ímóti.

Byggifyritøkan Malltek upplýsir, at í løtuni verður uppskotið endaliga projekterað og vónað verður, at arbeiðið kann vara í gongd í summar ella eftir summarfrítíðina.

Onnur tíðindi
23.07.2024

Býráðsskrivstovan í summar­frítíðini

17.07.2024

Ferðslu­kunning í samband við dystin hjá Víkingi á Djúpumýru

17.07.2024

Stongt vegna jarðarferð

16.07.2024

Stangavegu­rin asfalteraður