Tíðindi

13.02.2024
Byggisamtyktarbroyting millum økispart B1 og D1 á Borðoyarvík

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, verður við hesum boðað frá, at Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 23.11.2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at víðka B1 (vinnuøki) í samband við útbyggingina av molanum. Somuleiðis verður ein regulering í økismarkinum millum B1 og D1 (fríøki) sambært verandi nýtslu av økinum.
Talan er um eina øking av B1 á uml. 1500 m2 (tá er nýggi parturin av D1 trektur frá) og eina øking av D1 á uml. 550 m2.

Broytingin umfatar hesar nevndu matr.: 1650ad, 1650al, 1650am, 1650at, 1646a, 959, 960, 1650ao, Klaksvík.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 12.02.2024 – 04.03.2024 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo

Les meira her: Byggisamtyktarbroyting millum økispart B1 og D1 á Borðoyarvík

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 25.03.2024. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, viðmerkið máls.nr. 23/01221.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy