Tíðindi

13.02.2024
Byggisamtyktarbroyting fyri økispart B18, á Strond

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, verður við hesum boðað frá, at Klaksvíkar býráð samtykti á fundi 27.10.2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at flyta marki á B18 (vinnuøki) 35 m út á sjógv, hetta verður gjørt í samband víðkan av verandi útfylling. Talan er um eina øking av B18 á uml. 5600 m2

Broytingin umfatar nevndu matr.: 66, Ánirnar.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 12.02.2024 – 04.03.2024 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo

Les meira her: Byggisamtyktarbroyting fyri økispart B18, á Strond

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 25.03.2024. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, viðmerkið máls.nr. 22/01373.

Onnur tíðindi
08.05.2025

Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksvíkar

08.05.2025

Krøv í samband við bygging av íbúðum og frítíðaríbúðum

07.05.2025

Ferðslu­kunning í samband við landsdyst 7. mai

05.05.2025

Ein perla er varðveitt í Klaksvík – hjartaliga tillukku, Kl. sjúkra­hús